Vinna

??frættakendir fótonglar tarna makrelskipunum í altjóða sjógvi

...

2021-07-16 21:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??frættakendir fótonglar verða brúktir ímóti makrelskipunum, sum royna í altjóða sjógvi.

Vit skrivaðu 24. juni:

Íslendskir fiskimenn sleppa, men føroyskir fiskimenn sleppa ikki

Vit hava tosað við skipara á makrelskipi, sum sigur, at teir als ikki skilja niðurstøðuna og arbeiðsháttin hjá Vørn í málinum um at skipini samarbeiða, soleiðis at eitt skip tekur inn, og siglir so til Føroyar at landa - tað tekur 1 døgn hvønn vegin, har teir royna nú - so har eru nógvar oljuútreiðslur at spara, í mun til at øll skipini skulu sigla inn, men tað verður nú broytt. Men gøtuskipini eru komin á svartalista hjá Vørn, og hava mist loyvið í eina viku, hóast kunngerðin verður broytt t.v.s. at tað lønar seg als ikki hjá teimum at fiska í altjóða sjógvi, sum nú er. 

Í nýggju avtaluni, sum í dag er gjørd við norðmenn, har vit fáa loyvi at fiska í norskum sjógvi og teir í føroyskum sjógvi, er greitt, at bæði tey norsku og tey føroysku skipini fáa loyvi at samarbeiða um at taka inn, soleiðis at eitt skip tekur inn og hini fiska, so tað er heilt óskiljandi, at Vørn ikki skilir boðskapin.

Vit hava eisini í kvøld tosað við uppisjóarskipara, sum fiskaði í 80-inum og í 90-inum, hann segði, at nevndu skipan hava føroyingar altíð brúkt, so hann skilti einki av tí heila.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder