Vinna

Offshore Northern Seas byrjaði í morgun

...

2014-08-25 20:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka á stóru oljumessuni.

Stóra oljumessan í Stavanger, Offshore Northern Seas, vanliga nevnd ONS, lat upp í morgun.

Føroyar eru á ONS messuni umboðaðar við landabásið, sum er samskipaður av Oljuvinnufelagnum. Luttakarar á básinum eru Atlantic Supply Base, Pam Offshore (MEST), Thor Offshore, Skansi Offshore, Kemilux, Atlantic Airways, Faroe Ship, Runavíkar Havn, Tórshavnar Havn, Vágs Havn og Tvøroyrar Havn. Harafturat verða umboð fyri Jarðfeingi og FOIB við á túrinum.

Umframt básin á sjálvari messuni er eitt føroyskt tjald á festivaløkinum niðri í Vågen. Tórshavnar Kommuna og Runavíkar Kommuna standa fyri føroyska virkseminum á festivaløkinum, har føroyskir tónleikarar fara at framføra, og eisini sluppin Westward Ho fer at liggja, meðan messan er. Millum annað er skipað fyri móttøku umborð á Westward Ho týsdagin 26. august, har eisini føroysku básluttakararnir vera við.

Tilsaman 30 føroyingar frá básinum eru við í ferðalagnum, sum fór úr Føroyum í gjár.

Á ONS messuni eru umleið 1.250 básar og vanliga umleið 60.000 vitjandi. Messan endar hósdagin 28. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder