Vinna

Offshore Europe byrjar í morgin

...

2013-09-02 16:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka á stóru oljumessuni.

Stóra oljumessan í Aberdeen, Offshore Europe 2013, byrjar í morgin, týsdagin 3. september. Sum vanligt eru fleiri føroyskar fyritøkur við á messuni, og umleið 30 føroyingar verða í ferðalangum til Skotlands.

Luttakandi føroysku fyritøkurnar eru samlaðar á einum føroyskum landabási, sum Promote Faroe Islands í samstarvi við Oljuvinnufelagið hevur staðið fyri. Saman við grønlendsku fyritøkunum á messuni verður harafturat skipað fyri móttøku týskvøldið, har fyritøkurnar hava høvi at bjóða sínum samstarvsfeløgunum við.

Føroysku fyritøkurnar, sum eru við á Offshore Europe í ár, eru Atlantic Supply Base, Pam Offshore (MEST), Runavíkar Havn, Føroya Tele (Shefa), Atlantic Airways, Vónin, Faroe Ship, Vága Floghavn, Tórshavnar Havn, Vágs Havn og Atlantic Petroleum. Harafturat verða umboð fyri Jarðfeingi og FOIB við á túrinum.

Tíðindi frá messuni verða, sum vikan gongur, løgd á oljan.fo.

Offshore Europe 2013 endar fríggjadagin 6. september.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder