2013-10-29 01:51
Portal.fo: Tað hevur verið himmalsins ódnarveður í Danmark í dag. Enn er veðrið ringt og vindurin nógvur, og tað ávirkar eisini flogferðsluna úr Keypmannahavn til Føroya í kvøld.
Flogfarið RC459 úr Keypmannahavn, sum skuldi seta seg í Vágum klokkan 20:20, er seinkað, og seinasta fráboðanin er, at tað lendir klokkan 22:00.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, segði fyri løtu síðani, at tað gekk seint at fáa fólk í land í Keypmannahavn, og at fólk nú standa í bíðirøð til at sleppa avstað aftur. Atlantsflog roknar við eini seinking upp á góðar tveir tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald