![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
V??NIN skrivar: Tann vælkendi og royndi trolmaðurin Oddmar ??rvarodd er nú í starvi hjá Vónini, har hann skal selja trol og trolútgerð til pelagiska flotan.
Oddmar hevur seinastu árini siglt sum trolbassi við Nikolay Telenkov, teir hava fiskað vestur úr Afrika.
Oddmar byrjaði sum ungur á sjónum í 1969, hann sigldi við føroyskum skipum í fleiri ár, eisini hevur hann siglt við norkum fabrikstrolarum í nøkur ár.
Síðan 1996 hevur hann havt ábyrgdina av trolum (hovedsageliig cheftrålmester) umborð á russiskum trolarum, sum hava fiskað í Suður Kyrrahavinum, útfyri Oman-strondini, í Okhotskhavinum og Suður-Atlantshavinum.
Vit eru sera væl nøgdir at hava fingið Oddmar í okkara fyritøku, vit vita, at hann kemur at tilføra okkara virkið nógvar royndir og vitan, sum hava stór virðir fyri okkara virki, og vit gleða okkum til eitt gott samarbeiði við Oddmar, sigur stjórin á Vónini Hjalmar Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald