Vinna

Ocean Rainforest hevur fingið loyvi at ala tara á Gøtuvík

...

2021-06-04 10:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í desember 2019 vóru 5 alifirðir bodnir alment út til taraaling. Talan var um loyvi til:

  1. Aling av tara á landi í Fámjin og
  2. Aling av tara á Kaldbaksfjørði, á Funningsfjørði, á Gøtuvík og á Skjálafjørði.

Aliloyvir til aling av tara á landi í Fámjin, á Kaldbaksfjørði og Funningsfjørði, eru tillutaði.

Viðgerðin av umsóknunum um aling av tara á Gøtuvík er nú liðug. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur 2 juni í ár tilluta loyvisbræv til taraaling til Ocean Rainforest.

Við loyvinum fær Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á sjónum við Nøvuna á Gøtuvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder