ICES hevur á sokallaðum "Benchmark" fundi gjørt eitt nýtt modell at rokna støddina á makrelstovninum, ístaðin fyri modellið, ið varð vrakað í fjør. Nýggja modellið verður brúkt til komandi stovnsmetingarnar í heyst til at meta um mest loyvdu veiðu av makreli í 2015, og hvørji útlit verða fyri stovnin.
Í fjør avgjørdi ICES at brúka miðalveiðuna seinastu trý árini sum grundarlag fyri mest loyvdu veiðu í 2014. Henda tilráðing verður ikki broytt.
Gamla modellið var grundað á veiðu og rognteljingar, ið verða gjørdar triðja hvørt ár, seinast í 2013. Nýggja modellið tekur við fleiri data, og talan er um rognteljingar, yvirlitstroling eftir makreli um summarið, tilgongd av smáum makreli og merkiroyndir av makreli. Havstovan luttekur bæði í rognteljingunum við Magnus Heinasyni og í yvirlitstrolingunum um summarið við leigaðum skipum, tað skrivar Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald