Mentan

Nýtt Frøði ??? tema um lívfrøðiligt margfeldi

...

2013-11-14 04:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Lívfrøðiligt margfeldi og burðardygg lendisnýtsla ertema í nýggjum Frøði, sum er komið í handlarnar í vikuni. Í blaðnum eru 14greinar, sum hvør á sín hátt vísa á týdningin av lívfrøðiligum margfeldi ogskynsamari lendisnýtslu. Innihaldið byggir á framløgur og orðaskifti áráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum var 16. mei í ár.

Frøði er lættvísindaligt tíðarrit við lættlisnuminnihaldi.

Nógv av tilfarinum er grundað á vísindaligar kanningarbæði uttanlands og í Føroyum. Kanningarnar vísa, at verður náttúran niðurpíndog ov hart troytt, er vandi fyri áhaldandi lívfrøðiligum missi. Lívfrøðiligttrot ávirkar somuleiðis trivnaðin hjá samfelagnum sum heild, tí nýtsluvirðið ánáttúruni fellur.

Íslendskar royndir vísa, at ross og seyður eruatvold til jarðslit. Trupult hevur verið at fingið semjur um at avmarkaðseyðatalið og bitið, men hetta virkar væl nú og úrslitini eru góð.

Eingin ivi er um, at eisini í Føroyum er ov nógvuráseyður og at trýstið á lendið er óneyðuga stórt. ??trokningar vísa, at samaúrtøka kann fáast, um áseyðatalið fer niður í helvt.

Innihaldið í Frøði hesaferð er ikki bara áhugavertog kunnandi, men er samstundis eitt dokument til landsins myndugleikar um atgranska og skráseta til tess at skilja, hvat ávirkar lívfrøðiliga margfeldi. Blaðiðer harumframt ein áheitan á politikarar um at seta í verk nútímans lóggávu umat verja lívfrøðiliga margfeldið í nátturuni.

Myndin á forsíðuna er tikin av Klubbanum í Kunoy oger dømi um, at grøs, urtir og runnar vaksa betur, har seyður ikki sleppurframat. Finleif Mortensen hevur tikið myndina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder