JN

Nýggjur Endurnýtsluhandil í Miðvági

...

2014-02-28 16:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Blái Krossur letur í morgin, 1. mars klokkan 11, upp Endurnýtslu í Vágum. Endurnýtslan fer at selja brúktar møblar, borð, stólar og innbúgv av alskyns slag fyri ein bíligan penga


Í eina tíð hevur Blái Krossur arbeitt við at lata upp Endurnýtslu í Miðvági. Handilin er partur av gamla Trolhúsinum í Miðvági, Inni á Støð 2, ið er beint yvirav klædnahandlinum, Blákrossbúðini í Miðvági, ið Blái Krossur læt upp í apríl í fjør.
Í nakrar mánaðir hava menn í allari oynni arbeitt við at gera hølið í stand. Vindeygu og hurð er skift, lagt er upp undir loftið og alt er málað.

Ov gott at koyra burtur
Endurnýtsluhandlinum tekur móti tingum, ið eru ov góð at koyra burtur. Talan er um bæði møblar, innbúgv, steintoy og tílíkt. Við at lata tað til Endurnýtsluhandilin, kunnu onnur fáa gleði av hesum lutum fyri ein bíligan penga, ein stuðlar hjálpararbeiðinum hjá Bláa Krossi, og ein hugsar um umhvørvið og minkar um dálkingina.

Avtala er gjørd við Vága kommunu og við Sørvágs kommunu, at ruskplássini í kommununum taka móti góðum tingum, ið kunnu seljast aftur. Á ruskøkinum í Miðvági er eisini ein bingja sett, har fólk kunnu seta inn góð ting, ið kunnu seljast og koma øðrum til góðar. Møguleiki er eisini hjá fólki at lata góð ting beinleiðis inn í Endurnýtsluna í Miðvági.
Eins og í Endurnýtsluni hjá Bláa Krossi á Glyvrum, so er eisini ætlanin, at menn fara at umvæla og mála ymiskt, sum so kann seljast aftur. Tikið verður tó bara móti tingum, ið eru í hampuliga góðum standi, og ikki krevja ov nógvar umvælingar. Alt arbeiðið í Endurnýtsluni verður gjørt ólønt.

Letur upp tunnilsdagin
Endurnýtslan í Miðvági letur upp tunnilsdagin 1. mars klokkan 11. Blái Krossur bjóðar kaffi og smákøkur og Rósa Samuelsen, borgarstjóri, ber fram heilsu.
Endurnýtslan hevur opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 13 til 17:30 og leygardag frá klokkan 10 til 14.
Nú Endurnýtslan í Miðvági letur upp, hevur Blái Krossur fimm handlar, ið selja brúkt klæði ella ting. Talan er um tvær Endurnýtslur, nevnliga í Miðvági og á Glyvrum og tríggjar Blákrossbúðir, sum eru í Havn, Saltangará og í Miðvági. Umleið 280 fólk arbeiða sjálvboðið í øllum hesum handlunum.

Mynd:
Endurnýtslan í Miðvági er sjónlig og liggur við høvuðsvegin í bygdini. Í handlinum er møguleiki at keypa brúkt ting av ymiskum slagi bíliga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder