Vinna

Nýggjur bjargingarbátur til Eiðis

...

2021-08-15 09:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggi bjárgingarbáturin hjá Ei??is Bjargingarfelag er nú ávegis til Førøyar úr Írlandi.

Rescue Vón verður á Eiði í komandi viku.

Sáttmáli um at byggja nýggjan bjargingarbát bleiv undirskrivaður 2. Juni í fjør millum Eiðis Bjargingarfelag og Safehaven Marine

Eiðis Bjargingarfelag hevur havt bjargingarbát síðan 2010. Fyrsti báturin varð ein FRC bátur. Seinni varð avrátt at fáa til vega ein størri bát. Báturin sum felagiðhevur í løtuni kallast Rescue Vón, og bleiv hann keyptur brúktur úr Norra í 2012. Hesin báturin hevur roynst felagnum væl, hóast báturin er í minna lagi til tann heldur til tíðir buldrasliga Eiðisflógva.

Felagiðhevur í eina tíð arbeitt við at útvega nýggjan bjargingarbát. Avgerð bleiv tikin um at royna at útvega ein bát av sama slagi sum Vága Bjargingarfelag hevur. Tey í bjargingarfelagnum har vesturi eru sera væl nøgd við bátin hjá teimum. Báturin talan er um er av slagnum Interceptor 48 S.A.R. og er tað ein sokallaður ???All weather boat??? sum má sigast at klára seg sera væl í ringum veðrið. Sum navnið sigur so er hann 48 føtur til longdar og kemur tað at hava við sær munandi betri og tryggari umstøður fyri manningina. Báturin verður bygdur í Írlandi á eini verksmiðju, sum hevur yvir 20 ára royndir við at byggja loðs- og bjargingarbátar.

Nýggi báturin er mestsum allur fíggjaður við stuðli. Eiðis Bjargingarfelag hevur fingið stuðul frá nøkrum kommunum og nøkrum føroyskum fyritøkum umframt at felagið hevur fingiðein munandi stuðul frá grunninum???A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-KInney Møllers Fond til almene Formaal???. Eisini varð ein partur játtaður á fíggjarlógini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder