2014-06-15 22:12
Nýggjasta skipið í føroyska slotanum - Fram - stevndi inn á Vestmanna um 15-tiðina í dag. Nógv fólk var komið oman á bryggjuna at taka ímóti. Bygdarráðsformaðurin helt røðu og bjóðaði nýggja farðinum vælkomið - hann tosaði um gongdina í Vestmanna, síðan flakavirkið lat aftur fyri ca. 10árum síðan og til nú og fegnaðist um nýggja skipið. Aftaná segði reiðarin Tummas Christoffersen nøkur orð og bjóðaði vælkomin umborð.
Vit á jn.fo ynskja góða eydnu við skipinum og at Harrans signing má fylgja skipi og manning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald