JN

Nýggjasta farið í flotanum kom til Hoyvíkar

...

2018-12-23 15:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggjasta farið í føroyska flotanum er eitt 8-mannafar, sum Jóan Petur Clementsen á Sandi hevur smiðað til funningsmannin í Hoyvík - Petur Sivertsen. Petur hevur havt ein eldri bát, sum hann nú skiftir út við nýggja snøgga áttamannafarið, sum er útgjørdur við allari útgerð.

Heilt nógv fólk vóru komin at taka ímóti, tá ið nýggi báturin kom, tað tók 1½ tíma at sigla úr Skopun til Hoyvíkar.

Báturin hevur fingið navnið GREIPAN. Tað sigst, at Petur, ið er hollur stuðul hjá H71, undan dystinum, tá ið H71 seinast vann greipuna, lovaði, at um teir vunnu greipuna, so skuldi báturin, ið hann ætlaði at byggja, fáa navnið GREIPAN.

Tillukku við snøgga bátinum Petur.

Vit ringdu til bátasmiðin á Sandi - Jóan Petur Klementsen, vit spurdu hann, nær hann seinast hevði bygt so stóran bát, tað mundi vera í 2006 ella í 2007 segði hann, annars bygdi hann av og á onkran árabát. Tað mesta hann fekst við, var at umvæla bátar, segði fittligi bátasmiðurin á Sandi.

Vit vóru ein túr við fototólinum í Hoyvík.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder