Ítróttasamband Føroya takkar øllum Føroya fólki fyri árið, sum fer, og ynskir okkum øllum alt gott í nýggja árinum.
Vit eru takksom fyri allar tær góðu ítróttarløturnar, vit høvdu í 2013 ??? bæði saman við okkara bestu ítróttafólkum, sum vunnu heiðursmerki, men eisini í tí dagligu venjingini hjá børnum og ungum.
Oyggjaleikirnir á Bermuda standa sterkt í minninum ??? fantastiska umhvørvið og løttu løturnar á ítróttarligu tindunum, eins væl og samanhaldið í føroyska hópinum undir leikunum, og tá vit heimafturkomin í vanlukku mistu tveir av okkara ídnastu ítróttarleiðarum. Vit drýpa høvur og minnast Høgna Carlsson og Vilhjálm Gregoriussen ??? minnini eru sterk og góð.
??ll tit, sum so ella so eru partar av føroyska ítróttarheiminum, eiga størstu tøkkina uppbornað. Sjálvbodna arbeiðið kring landið er grundarlagið undir øllum ítrótti.
Vit eru sera takksom fyri, at landsins myndugleikar stuðlaðu oyggjaleikunum á Bermuda á ein serligan hátt, samstundis sum teir hava stuðlað so trúliga undir ynskinum at fáa oyggjaleikirnar hendan vegin aftur. Vit fegnast eisini um, at Løgtingið nú í heyst valdi at hækka játtanina til úrvalsítrótt og ÍSF. Okkara ynski er eisini, at ítróttur og rørsla mugu fáa størri inivist í skúlanum, t.d. við ítróttabreytum, har øll, uttan mun til førleikar, kunnu vera við.
Vit fegnast um arbeiðið, sum kommunur, feløg og einstaklingar kring landið áhaldandi gera fyri at betra um karmarnar hjá ítróttinum. Verkætlanir, sum eru í gongd ella ávegis, eru millum annað: nýggja fimleikahøllin í Runavík, rennibreyt í Klaksvík og dupulthøll, golfvøllur og svimjihylur í Havn og langhylurin í Vági. Harumframt eru betraðir karmar hjá fótbóltinum við nýggjum graslíki og ábøtur á felagshøli.
Ítróttasamband Føroya vil senda eina serliga heilsan til miðlarnar, sum so trúliga og av einslistum fortelja okkum góðu søgurnar frá ítróttinum, og sum gera tað møguligt hjá okkum at fylgja við ??? á netinum, í bløðum, í útvarpi og sjónvarpi, og til teir mongu sponsorarnar, stórar sum smáar, sum geva av hjarta, fyri at ítróttinum skal vera lív lagað.
Vit gleða okkum til komandi árið. Føroyskur ítróttur er fjølbroyttur, og fer 2014 uttan iva at bjóða okkum nógvar spennandi upplivingar her heima og úti í verð.
Okkara vón er, at vit øll ??? umframt at fylgja við og fylkjast um ítróttin ??? eisini finna okkum ein aktivan leiklut, sum leiðari ella íðkari.
Gott nýggjár!
Ítróttasamband Føroya
Starvsnevndin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald