2013-12-30 18:10
Vit vita øll, hvussu vakurt tað er í Sandavági á nýggjárinum, tá blikkini verða tendraði og lýsa bygdina upp. Tó vita vit helst eisini, at blikkini ikki seta seg upp av sær sjálvum, og at tað er ein tung uppgáva, um fá fólk skulu taka sær av øllum hesum. Tí hava vit í ár valt at býta uppgávuna út á alt bygdarfólkið, so vit øll kunnu lyfta í felag. Hetta verður samskipað soleiðis, at býlingarnir hvør í sær hava ábyrgd av at seta blikk upp og rudda tey. So um eingin møtir upp frá einum býlingi, so verða tað eingi blikk har. Býlingarnir eru hesir: 1. Nesavegurin og Giljavegurin, heim til Jónberg á Mýrini. 2. Ballerup (Hetta kunnu tit sjálvi deila upp í minni økir, har onkur tekur Ovastuhjallar, Miðhjallar og Giljavegin heim til Herluf og Ketty) 3. Restin av Giljavegnum (Frá Herluf og Ketty og norðureftir) og byrjanin av Hammershaimbsvegnum og oman til brúnna. 4. Ovaru Sarpar 5. Niðaru Sarpar 6. Steigarbrekka og Steigartún 7. Hammershaimbsvegur (frá brúnni) og á Sondum. 8. ??ti á Bakka og úti á Bø 9. Onundarvegur 10. Torkilsvegur 11. Heygagerði og undir Fobbakletti 12. Traðarvegur Harumframt eru nøkur felagsøkir og árstalið, sum skulu setast upp, so um onkur hevur tíð, hug og orku til tað, so skulu tey verða hjartaliga vælkomin til tað. Hetta er: 1. Heim eftir Gamlavegi 2. Runt kirkjuna 3. Á brimgarðinum 4. Árstalið. Blikkini eru á Loftagrund, har tey eisini skulu fyllast. Tey kunnu heintast 31/12 millum klokkan 11.00 og 13.00. Tað er sera týdningarmikið at minnast til, at um ein setur blikk upp, so hevur ein eisini ábyrgd av at tendra tey klokkan 23.15 og at rudda tey dagin eftir. Vónandi koma nógv fólk, bæði ung og gomul, kvinnur og menn. Við nýggjárskvøðu. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald