Vinna

Nýggja skipið Fríðborg skal á krabbaveiðu

...

2015-05-13 17:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fríðborg, sum útgerðarfelagið Fríðborg í Havn hevur keypt úr Íslandi, skal á krabbaveiðu í Smoguni, tá í tær umvælingarnar, sum skipasmiðan MEST skal gera, eru liðnar.

Samb. UF so er skipið keypt fyri 13 milliónir. Skipið er sum nýtt, men ávísar ábøtur skulu gerast, áðrenn farið verður á krabbaveiðu.

Upprunaliga er skipið bygt til Russland, teir bygdu trý slík skip, Íslendingar keyptu skipið, sum tá nevndist Kaspryba 1.

Mett verður sambært Fiskifrettir.is, at skipið kemur at standa í 40 milliónum, tá ið klárt verður at fara til fiskiskap.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder