Vinna

Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kemur í kvøld

...

2020-06-19 17:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 20:23 væntast nýggjasta flogfarið hjá Atlantic Airways at lenda í Vágum.

A320 neo-flogfarið er munandi størri samanborið við A319 flogfør, og tekur tað 30 fleiri ferðafólk. Neo-flogførini eru tey mest umhvørvisvinarligu flogførini av sínum slagi; óljóðið frá flogførunum er 50% minni, og tey brúka upp til 20% minni brennievni enn núverandi flogfør.

Sostatt ber til at flúgva longri teinar við fleiri ferðandi, og letur hetta upp fyri nýggjum møguleikum hjá føroyska flogfelagnum, samstundis sum hetta gevur størri fleksibilitet.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder