Politikkur

Nýggja eftirlønarlógin nærkast

...

2013-12-03 22:13 Author image
placeholder

 Tað styttist til nýggja eftirlønarlógin kemur í gildi um ársskiftið. Ein av hornasteinunum í nýggju eftirlønarlógini er, at tað gerst eitt krav hjá øllum at spara saman til egna eftirløn. 


Flestu arbeiðstakarar hava síni eftirlønarviðurskifti í rættlag, kortini eru millum 3.000 og 4.000 føroyingar, sum ikki hava eina eftirlønarskipan. Hesi skulu stovna sær eina eftirlønarkonto hjá góðkendum eftirlønarveitara fyri árslok. 

- Í jólamánaðinum hava tey flestu úr at gera, og tí er skilagott at fáa eftirlønarviðurskiftini í rættlag sum skjótast. Tekniska skipanin er nú einaferð soleiðis, at hevur tú ikki stovnað eina eftirlønarkonto fyri árslok, so fært tú ikki tína løn útgoldna. Tí er ógvuliga umráðandi, at fólk, sum ikki hava eftirlønarkonto, fáa sær eina, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Stjórin á TAKS fegnast um stóru umrøðuna, ið nýggja eftirlønarlógin hevur fingið seinastu vikurnar.

- Tað er okkara fatan, at stóra umrøðan hevur havt við sær, at fólk eru varug við broytingarnar, sum nýggja lógin hevur við sær. Vit á TAKS royna stútt og støðugt at kunna um eftirlønarlógina, so broytingarnar gerast so smidligar sum gjørligt. Í ár eru fáir yrkadagar millum jól og nýggjár. Frá 20. desember til nýggjárs eru bara tríggir yrkadagar í ár, so tey, ið ikki hava eina eftirlønarkonto, hava alla orsøk til at kvika sær, sigur Eyðun Mørkøre. 

Meira kann lesast um nýggju eftirlønarlógina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder