Vinna

Nýggja bilverkstaðið hjá CARRO er nú reist

...

2020-09-29 09:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Bilverkstaðið hjá CARRO í Sandavági fór upp í royk náttina til 23. mars í 2017. Siðan tá hevur CARRO hildið til í leigaðum hølum í Miðvági.

Niels Nattestad, sum eigur CARRO hevur baksast við at fingið nýtt verkstað í meira enn trý ár, hann ætlaði at byggja í Vága kommunu, men nú verður bygt á Hálsi beint omanfyri omankoyringina til flogvøllin, sum er í Sørvágs kommunu.

Tað er ein rættuliga stór høll ið verður bygd, hon er 43 metrar til longdar og 14 metrar breið, stórur partur av høllini verður í tveimum hæddum.

Í morgun veittraði Merkið á høllini - vit tóku nakrar myndir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder