- Live from Tórshavn, Voxpop Radio. 100 % hit music...
Soleiðis verður sagt í einari av jinglunum á nýggju útvarpsrásini, sum byrjaði at senda um vikuskiftið. Dagurin í dag er tó dagurin, tá rásin alment byrjar at senda á FM 104,1 og beinleiðis á netinum - á Portal.fo.
Talan er um eina nýggja tónleikarás, sum sambært fyrireikarunum fer at senda besta tónleikin, sum er á marknaðinum í løtuni.
- Málbólkurin eru allir teir føroyingar, sum dáma nýggjan tónleik, og sum ynskja at fylgja við, hvat rørir seg innan tónleik í Føroyum og uttanlands, skriva fyrireikararnir, sum eru Rúni Djurhuus, Háldan Haldansen og Petur Slyne.
Sjálvt um rásin byrjar at senda í dag, so er í fyrsta umfari talan um royndarsendingar, men í januar mánað er so ætlanin at byrja at senda við vertum og eftir fastari skrá. ??tlanin er, at tað skal sendast við morgunsendingum, seinnapartssendingum og vikuskiftissendingum, har tað við stuttum, løttum og stuttligum práti, samrøðum og við tónleiki, skrivar fyrireikararnir.
Í fyrsta umfari er rásin bara at hoyra í Tórshavn og í Suðurstreymoy, tá talan er er um FM. Men sum nevnt verður eisini sent á netinum - í samstarvi við Portal.fo. Voxpop hevur nevniliga gjørt samstarv við Knassar og við Portal.fo um, at rásin skal vera at hoyra á Portal.fo. Tað vil siga, at øll, sum hava teldur, snildfonir og teldlar kunnu stroyma Voxpop beinleiðis á netinum.
Men samstarvið verður eisini tættari enn so, tí harumframt er eisini ætlanin, at Voxpop skal fáa egna heimasíðu á Portal.fo, og tann vegin er so ætlanin - við tíðindum og øðrum - at hava samband við lurtararnar.
Tað er felagið Vox Entertainment, sum skipar fyri tónleikatiltakinum Voxbotn, ið eigur og rekur Voxpop, tað skrivar portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald