Frá 30. oktober 2013 fer nýggj mannagongd at gera seg galdandi, tá tú skalt keypa trygt á netinum
Orsøkin er, at ein nýggj 3D Secure trygdarloysn verður tikin í nýtslu, ið ber broytta mannagongd við sær. Higartil hevur tú sum skrásettur brúkari nýtt somu kotu, hvørja ferð tú hevur keypt í nethandlum, ið eru knýttir at "Verified by VISA" og "MasterCard Secure Code". Nýggja loysnin fer at hava við sær, at tá tú keypir úr handlum, sum hava 3D secure skipanina, fært tú eina einnýtiskotu á fartelefonina, sum skal tøppast inn, fyri at keypið skal kunna fara ígjøgnum. Til hetta krevst sjálvsagt, at eitt fartelefonnummar er skrásett til hvørt kortið.
Neyðugt verður tí hjá kundum, sum keypa á netinum, at skráseta eitt fartelefonnummar til kortið innan 30. oktober, tá nýggja loysnin kemur í gildi. Hetta kann gerast við at seta seg í samband við peningastovnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald