5. mars 2015 kl. 19 hevði Norrøna Ungmannafelag Føroya aðalfund. Laura Apol stillaði ikki upp aftur sum forkvinna og í staðin stillaði Christoffur Gert Nielsen upp sum formaður og bleiv einmælt valdur. Nevndarlimir blivu: Erhard Petersen (afturvaldur), Laura Apol (afturvald), Ása Hammershaimb Christiansen og Morten Sterme. Tiltaklimir bleivu Guðrið Poulsen og Kári Joensen.
Á aðalfundinum hjá felagnum 5. mars 2015 var Lau ??fjord Blaxekjær frá Fróðskaparsetrinum og greiddi frá nýggju masterútbúgvingini í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu, sum verður útbjóðað á Fróðskaparsetrinum í samstarvi við fýra onnur universitet í útnorði.
Farna árið hevur Norrøna Ungmannafelag Føroya havt hópin av tiltøkum, luttikið á stevnum uttanlands og av álvara víst, at tað ikki bara er pláss fyri einum tílíkum felagsskapi ??? men at vit eisini kunnu gera okkum galdandi í almenna rúminum.
Á aðalfundinum heitti gamla nevndin á nýggju nevndina, um at leggja dent á evni sum útnorðurlendskt ungdómspolitiskt samstarv. Somuleiðis er ætlanin at leggja uppaftur meira orku í at raðfesta norðurlendska samstarvið sum heild í samfelagnum, tí NUF er av teirri fatan, at vit kunnu fáa nógv meira burturúr tí norðurlendska, enn vit gera í løtuni.
Nýggja nevndin gleðir seg til at fara í gongd og ætlar sær longu nú at skipa fyri føroyskum flaggsdagshaldi 25. apríl, har fokus verður á tað søguliga og mentanarliga sjónarhornið.
Tað ber til at lesa meira á heimasíðu felagsins: www.nordurlendskung.net um millum annað endamál og kommandi tiltøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald