Tíðindaskriv:
Nú verður lættari hjá føroyskum fjølmiðlum, stovnum og fyritøkum at finna serfrøðingar til aktuell mál og viðkomandi uppgávur. Felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, sum eitur SamFelagið, avdúkar í morgun nýggja heimasíðu.
???Síðan gevur eitt skjótt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar, teirra førleikar og serkunnleika???, sigur Erika Anne Hayfield, forkvinna í felagnum.
Yvirlitið er samstundis eisini ætlað teimum, ið fáast við samfelagsvísindaliga gransking.
Á síðuni verður stutt kunnað um endamálini hjá felagnum. Innlegg úr almennu Facebook-síðuni hjá felagnum eru eisini at finna. Síðan ger tað samstundis lættari og einfaldari enn áður at lima seg í SamFelagið.
Hetta er fyrsta stig í menningini av heimasíðuni hjá SamFelagnum. Næsta stig verður at menna savn við viðkomandi fakligum greinum.
Nýggja síðan hjá SamFelagnum kann vitjast áwww.samfelagid.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald