JN

Nýggj framrokning vísir minkandi fólkatal

...

2013-12-17 17:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fólkatalið næstu 40 árini fer at minka við umleið 3.000, vísir ein framrokning, sum Hagstova Føroya hevur gjørt. Hetta er ein sonevnd stokastisk framrokning, ið ikki byggir á nakrar metingar av komandi gongdini, men bara á ta gongdina í fólkatalinum, sum er staðfest frá 1985 til 2011, við burðartølum, deyðstølum og flyting til og úr Føroyum.

Við framrokningini hevur Hagstova Føroya ment eitt amboð til at gera bæði regluligar og serstakar forsagnir um útvaldar bólkar av fólkinum í Føroyum. Sum dømi kann ein framrokning til 2051 lýsa samlaða fólkatalið, fólkatalið yvir og undir 40 ár og arbeiðsfjøld í mun til pensjonistar.

 


Lívsævi hjá bæði kvinnum og monnum væntast at vaksa næstu 40 árini. Hjá nýføddum verður roknað við, at livialdurin í miðal verður 88 ár hjá kvinnum og 84,1 ár hjá monnum í 2051.

Truplasta talið at siga nakað um er nettoflytingin, og júst nettoflytingin hevur sera stóra ávirkan á fólkatalið. Framrokningin vísir, at nettoflytingin úr Føroyum verður umleið 200 fólk árliga. Nettoflytingin er høvuðsorsøkin til minkandi fólkatalið.

 


Um vit býta tey, sum búgva í Føroyum, í tveir bólkar ??? tey, sum eru yngri enn 40 ár, og tey, sum eru 40 ár og eldri - so sæst, at í 2015 eru hesir bólkar eins stórir, og næstu 20 árini veksur tann eldri bólkurin støðugt, samanborið við tey yngru.

Í 1985 var tann yngri bólkurin væl størri: tá vóru 30.000 fólk frá 0 til 39 ár, og 16.000 fólk vóru 40 ár og eldri. Undir kreppuni fyrst í 90-unum kom eitt ógvisligt fall í talinum av teimum í tí yngra bólkinum, tí tey flestu, sum fluttu av landinum, vóru í ungum árum. Tá ein partur flutti aftur til landið, bøtti tað nakað um støðuna í nøkur ár, men síðani eru tey yngru støðugt fækkað og tey eldru blivin fleiri, so hesir bólkar nærkast hvørjum øðrum, og næsta ár verða teir væntandi eins stórir.


Framrokningin vísir eisini, hvussu samansetingin broytist millum tey, sum eru í arbeiðsførum aldri, og tey, sum eru pensjónistar. Í 1985 vóru næstan sjey fólk í arbeiðsførum aldri (roknað verður við teimum, sum eru 16 ár til og við 66 ár) fyri hvønn pensjónist. Ikki óvæntað broytist hendan samansetingin, tí fólk gerast eldri og færri børn verða fødd. Í 2011 vóru næstan fimm fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist. Hetta lutfallið heldur fram at lækka til 2045, tá tvey fólk eru í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist.


Kelda: Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder