Hetlandsrennan er ein djúp renna, sum liggur millum føroyska landgrunnin og hetlendska landgrunnin. Gjøgnum hesa rennu rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi í ein landnyrðing móti teimum køldu høvunum norðan fyri okkum og í Arktis.
Hesin sjógvur ber nógvan varma við sær og hevur stóran týdning fyri veðurlag og livilíkindi í arktiska økinum. Eisini er hetta heita rákið avgerandi fyri, hvussu teir stóru pelagisku fiskastovnarnir ??? sild, svartkjaftur og makrelur ??? ferðast. Tað er tí stórur altjóða áhugi í at kenna hetta rákið til fulnar, og serliga granskingargrunnurin hjá Evropa (FP7) hevur játtað nógvan pening til kanningar.
Tað hevur loyvt Havstovuni, saman við fleiri altjóða granskingarstovnum, at máta streymin ymsastaðni í rennuni og útgreina hetta rákið, sum eisini er so týðandi fyri okkara havøki og tilfeingi. Í 2013 kom ein vísindalig grein, sum samanfataði úrslitini og metti um bæði miðalrák og tær broytingar, sum hava verið seinastu 20 árini (les greininaher). Tann heiti Atlantssjógvurin í Hetlandsrennuni kann tó bæði vera komin vestaneftir og norðaneftir (teir reyðu pílarnir á myndini), og tað ger mátingarnar torførar. Greinin vísti tí eisini á ymisk ivamál, sum mátingarnar ikki hava megnað at loysa.
Tí eru fleiri kanningar gjørdar, og ein nýggj frágreiðing er gjørd, sum dregur saman um úrslitið av teimum (les frágreiðinginaher). Tað fremsta endamálið við hesi frágreiðing er at útgreina, hvussu mátingarnar í Hetlandsrennuni best verða gjørdar. Havstovan er við í eini nýggjari umsókn til komandi granskingarfígging í Evropa: "Horizon 2020". Har skal millum annað rákið í Hetlandsrennuni kannast betur, og tann nýggja frágreiðingin fer at verða støðið undir teimum ætlanunum.
Kelda: hav.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald