Vinna

Nýggj farleið til Viðareiðis nærkast - video

...

2015-05-01 14:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VERK??TLAN: Boringin av Viðareiðistunlinum gongur eftir ætlan, og nú er væl meira enn helmingurin av teimum 1.895 metrunum, sum í alt skulu borast, lagdir afturum.

Arbeiðið við nýggju farleiðini er komið væl áleiðis. Hvørja viku verða boraðir 70-75 metrar longur inn í fjallið, og nú eru meira enn 1.200 metrar boraðir. Sostatt eru bert umleið 700 metrar eftir, til hol verður ígjøgnum viðareiðismegin.

Arbeitt verður 20 tímar um samdøgrið í trimum skifitisvaktum íroknað hvílivakt. Síðuloypandi við boriarbeiðið verður arbeitt við tilkoyringarvegi, har tunnilin skal koma út í Dølum sunnan fyri bygdina á Viðareiði eins og Hvannasundsmegin, har arbeiðið byrjaði, og hol varð sett á í september í fjør.

Samlaði fíggjarkarmurin fyri nýggju farleiðina, ið fevnir um tunnil millum Hvannasund og Middal við tilkoyringarvegum báðumegin tunnilsmunnarnar, er 162 mió. krónur. Sambært tíðarætlanini skal tunnilin takast í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2017.

Um lýsingina av verkætlanini stendur, at endamálið við henni er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Verkætlanin fevnir um ein 1.895 metrar langan tunnil úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis skal gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 5,5 kilometrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder