Politikkur

Nýggj eftirlønarlóg 1. januar 2014

...

2013-11-15 19:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá nýggja lógin um eftirlønarsamansparing kemur í gildi 1. januar 2014, skulu øll yvir 21 ár og undir pensjónsaldur hava eina eftirlønarsamansparing í peningastovni ella hjá lívstryggingarfelag.

Nýggja lógin ávirkar eisini persónar, sum longu hava eftirlønarsamansparing, og arbeiðsgevarar, ið flyta starvsfólkum sínum løn og eftirløn. Ein broyting er, at tað eftir ársskiftið ikki fer at bera til at gjalda inn á verandi kapital- og lutapensjónskontur longur.
Broytingar fyri persónar við eftirlønarsamansparing í peningastovniNýggj eftirlønarkontaSambært nýggju lógini skulu inngjøld frá 1. januar 2014 setast inn á eina nýggja eftirlønarsamansparing. Tí er nýggj eftirlønarkonta stovnað øllum kundum, ið longu hava eina kapital- og/ella lutapensjónskontu í peningastovninum. Allir kundar, ið fáa nýggja eftirlønarkontu, fáa í næstum bræv frá peningastovninum, har nýggja kontunummarið verður upplýst.
Arbeiðsgevarar skulu hava boð um nýggja kontunummariðFrá 1. januar 2014 skulu arbeiðsgevarar rinda eftirløn inn á nýggju konturnar. Tí er tað umráðandi, at persónar, ið fáa nýggja eftirlønarkontu, geva arbeiðsgevara sínum kontunummarið á nýggju kontuni, áðrenn fyrstu lønarflytingina í januar 2014. Tey, ið fáa løn frá fleiri arbeiðsgevarum, skulu minnast til at boða øllum arbeiðsgevarum frá nýggju kontuni.
Verandi kapital- og lutapensjónskontur
30. desember 2013 verður latið aftur fyri inngjaldi á verandi kapital- og lutapensjónskontur. Konturnar fara tó framvegis at vera í gildi, eins og tær fylgja galdandi lógarásetingum. Tað fer eisini framvegis at bera til at handla virðisbrøv fyri samansparingina á verandi kontum.
Broytingar fyri persónar uttan eftirlønarsamansparingNýggja lógin um eftirlønarsamansparing hevur við sær, at persónar eldri enn 21 ár, ið onga eftirlønarsamansparing hava, skulu stovna sær slíka áðrenn fyrsta lønarútgjaldið í januar 2014. Eftirlønarkontan kann stovnast í peningastovninum og síðani upplýsast arbeiðsgevaranum.
Broytingar fyri arbeiðsgevararAv tí at tað eftir ársskiftið ikki fer at bera til at gjalda inn á verandi kapital- og lutapensjónskontur longur, fáa øll, sum í dag hava sína eftirlønarsamansparing í peningastovni, eina nýggja eftirlønarkontu í peningastovninum.
Frá 1. januar 2014 skulu arbeiðsgevarar tí nýta nýggju eftirlønarkonturnar hjá starvsfólkunum, tá eftirlønin verður flutt. Starvsfólkið skal geva arbeiðsgevara sínum upplýsingar um nýggja kontunummarið.
Nýggju konturnar virknar frá 1. januar 2014Tað er umráðandi, at arbeiðsgevarar ikki byrja at nýta nýggja eftirlønarkontunummarið fyrr enn 1. januar 2014, av tí at nýggju konturnar ikki verða virknar fyrr enn henda dag.
Sjálvvirkandi tænasta í eitt tíðarskeiðFyri at avmarka trupulleikarnar, ið kunnu stinga seg upp, um starvsfólk av onkrari orsøk ikki kunna arbeiðsgevaran um nýggja kontunummarið, fara peningastovnarnir eftir 1. januar í eitt tíðarskeið sjálvvirkandi at beina inngjøld, ið koma á gomlu konturnar, víðari til nýggju konturnar.
Á henda hátt slepst undan, at lønin ikki kemur á kontu hjá starvsfólkinum rættstundis, um arbeiðsgevarin ikki hevur fingið nýggja eftirlønarkontunummarið frá starvsfólkinum.
Fleiri upplýsingarLesið meira um nýggju eftirlønarlógina á heimasíðuni hjáTAKS.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder