Tíðindaskriv:
Nýggj bók um tá Sundaberg sakk í 1972.
?? næstum kemur nýggj spennandi bók á føroyska bókamarknaðin. Bókin er um, tá trolarin Sundaberg sakk í 1972. Heitið á bókini er ???Tá Sundaberg sakk???. Tað er Birgir Waag Høgnesen, sum hevur skrivað bókina, og Forlagið á Tumbakka gevur hana út.
Tað var ein kvøkkur fyri allar Føroyar, tá tað frættist í ??tvarpi Føroya, at trolarin Sundaberg hjá Kjølbro var sokkin í Ný Foundlandi. Við vóru 38 mans. Allir blivu bjargaðir, og ongin fekk fysiskt mein av hendingini.
Í bókini verður fylgt við skipinum frá tí, at tað verður bygt á skipasmiðju í Týsklandi í 1952, til tað søkkur í 1972. Talan er um trolaran Nordhav 5, Jóannes Fonsdal og Sundaberg, sum er sama skip. Høvuðsparturin er um, tá ið Sundaberg sakk, men fylgt verður eisini við skipinum frá tí, tað verður bygt, til vestmenningar keypa tað frá norðmonnum. Síðan er ein partur um, tá ið vestmenningar áttu trolaran, og til teir mistu hann, og J.F.Kjølbro keypti skipið.
Bæði parturin um Jóannes Fonsdal og um Sundaberg eru uppbygdir soleiðis, at samrøður eru við nógvar menn, sum hava verið við trolaranum. Heilt nógvar samrøður eru við menn, sum vóru við lagnutúrin í 1972 og við onkran, sum var við í bjargingini tann 7. mai 1972. Nakrir manningarlistar frá Jóannes Fonsdal í 1955, eins og avrokningar eru frá Sundabergi. Alt hetta verður sera væl og nágreiniliga lýst í bókini, sum er prýdd við nógvum myndum, sum bæði eru í litum og svart/hvítum.
Bókin fæst til keyps kring alt landið umframt á heimasíðuni:www.ok.fofyri bert 300,-
Sitatir úr bókini
???Tað gekk væl at koma í gummibátarnar. Vit komu rættiliga skjótt leysir av søkkandi skipinum, men gummiroykurin av bátinum var so ramur, at menn byrjaðu at spýggja. At enda høvdu vit allir spýð???
???Okkara ørindi vóru ikki at keypa bilar, nei, hann seldi finspritt. Dunkar, sum tóku 11 litrar. Benni kom við formaningum um ikki at drekka, men einki forboð???
???Tá vit báðir standa har og eru komnir í buksur og eg í annan stivlan, tá brestir hurðin inn ímóti okkum, eg fekk hana í ryggin. Nú fleyt kamarsdúrkið í sjógvi. Nú skiltu vit, at her var álvari í útpurringini???
???Eg sá, at Torleif Torgeirsson úr Klaksvík hevði ongan bjargingarvest. Eg hugsaði, at hann var giftur og átti børn, og eg átti ikki børn. Eg bað hann tí taka mítt belti, men eg segði einki um, hví eg ynskti tað. Tað merkisverda var, at tann einasti av allari manningini á Sundabergi, sum seinni veruliga fekk brúk fyri einum bjargingarbelti, tað var eg???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald