2021-04-27 07:30
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Vinnuhúsið: Sjálvstøðugi granskingargrunnurin Sjókovin hevur útgivið nýggja forvitnisliga ársfrágreiðing fyri 2020 um føroysku fiskivinnuna.
Sjókovin hevur givið út nýggja ársfrágreiðing fyri 2020 um føroysku fiskivinnuna. Ársfrágreiðingin er býtt í tveir partar. Fyrri partur er ein støðulýsing av fiskivinnuni, og seinni partur viðger tvey aktuel tema: Avleiðingarnar av Brexit, og avleiðingarnar av COVID-19 fyri føroysku fiskivinnuna.
Ársgreiðingin er interaktiv skilt á tann hátt, at lesarin kann velja meira detaljeraðar ella øðrvísi útgreiningar.
??tlanin hjá Sjókovanum er at geva út eina ársfrágreiðing um fiskivinnuna á hvørjum ári.
Les ársfrágreiðingina á heimasíðu Sjókovans her.: https://www.sjokovin.fo/fiskivinnan2020
Sjókoviner ein privatur, ikki-vinnuligur og sjálvstøðugur granskingargrunnur, sum hevur heimstað í Leirvík. Sjókovin varð stovnaður 30. mars 2020, og stovnarar vóru 5 føroyskar fyritøkur, sum tó annars eru leysar av grunninum.Endamálið við Sjókovanum erpartvístat stuðla undir burðardyggari menning av føroyskum sjófeingisfyritøkum gjøgnum granking og luttøku í føroyskum og altjóða granskingarverktælanum ogpartvístat virka sum ein samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og at kunna almenningin um ymisk viðurskifti (Ocean Cluster Faroes). |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald