2015-07-07 16:01

Á eykaaðalfundi 6. juli 2015 hevur nevndin í TF Holding valt nýggj umboð í nevndirnar í Eik Banka og Tryggingarfelagnum Føroyum
Árni Jakobsen er farin úr nevndini í Eik Banka og í hansara stað kom Marion á Lakjuni.
Í Tryggingarfelagnum Føroyum er nevndin víðkað við einum nevndarlimi, og verður hesin sessurin mannaður av Ingeborg Godtfred. Harafturat er Marion á Lakjuni farin úr nevndini, og í hennara stað er komin Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóri í Tórshavnar Kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald