Vinna

Nýggi tekniski stjórin farin til verka

...

2015-08-04 23:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vár varð Pætur Clementsen settur í starv sum tekniskur stjóri í FSF. Pætur tók við starvinum 1. august, men kemur fram til ársenda at arbeiða hálva tíð, meðan hann skrivar høvuðsritgerð innan ítróttarsálarfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

Níggju umsóknir komu inn, tá starvið, sum tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya fyrr í ár varð lýst leyst.


Seinast í apríl varð avgerð síðani tikin um, at nýggi tekniski stjórin í FSF verður Pætur Clementsen. Pætur byrjaði í starvinum 1. august, men kemur fram til ársenda at arbeiða hálva tíð í starvinum, meðan hann skrivar høvuðsritgerðina innan ítróttarsálarfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

Tíðin hjá Pæturi fram til nýggjárs verður í mestan mun nýtt til at gera "status" yvir føroyskan fótbólt. Tað verður millum annað gjørt við, at tekniski stjórin fer at vitja øll feløgini, har hann fer at hitta formenn, høvuðsungdomsvenjarar og aðrar viðkomandi persónar.

Í skiftistíðini verður Petur Simonsen, ið hevur røkt starvið sum tekniskur stjóri seinastu fimm árini, men sum nú fer frá vegna aldur, eisini í starvi, og kemur hann í tíðarskeiðinum at taka sær av somu uppgávum sum áður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder