Í morgin verður aftur møguleiki at venja judo í Vágum, tá ið fyrsta venjingin hjá endurstovnaða Vága Judofelag er á skránni.
Vant verður týsdagar í fimleikahøllini á Giljanesi, vant verður í tveir tímar. Frá klokkan 19 til 20 er tað børn í aldrinum 7 til 14 ár sum venja. Frá klokkan 20 til 21 er tað 15 ár og eldri sum venja. Fólk frá Havnar Judofelag koma at leggja lag á til fyrstu venjingina.
Tað eru Hendrik Johannesen, Rene Wiberg Joensen og MaritJohansdóttur Magnussen sum endurstovna felagið við hjálp frá Judosambandinum ogHavnar Judofelag. Vága Judofelag verður tað 5. felagið í Føroyum.
Hendrik hevur vant judo upp móti 25 ár hjá HavnarJudofelag, og hevur umboða Føroyar í 1993 og 95 á Oyggjaleikunum.
Rene hevur vant Karate í Danmark og síðan hann flutti heim hevurhann koyrt til Havnar at venja Judo og Jiu-Jitsu.
Marit byrjaði av tilvild at venja judo fyrst í 90inum, tásonurin byrjaði at venja í Havnar Judofelag, og var boðin at vera við. Marithevur umboða Føroyar í 1995 á Oyggjaleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald