2013-08-29 21:35
6. mars 2013 gav SEV Sp/f FTPP, v/Uffa Bærentsen, Vestmanna fyribils loyvi til íbinding í netið hjá SEV á Oyragjógv til framleiðslu av el úr sjóvarfalsorku.
Sjálvt orkuverkið varð sett út í vár, men ymiskir tekniskir trupulleikar gjørdu, at tað mátti takast upp aftur. Orkuverkið hevur staðið á bedingini í Vestmanna, har ymsar ábøtur eru gjørdar.
Men nú verður roynt aftur. Í dag varð arbeitt við at seta orkuverkið fast, ein alibátur og Brimil vóru við í arbeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald