Politikkur

Nú ræður um at standa saman

...

2021-02-15 07:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mikudagin skal løgtingið viðgera uppskot frá Tjóðveldi, um at einans Føroya fólk og Løgtingið hava avgerðarrættin um hernaðar- og trygdarmál í Føroyum.


Tað gjørdist meira aktuelt og átrokandi enn nakrantíð, nú danska Fólkatingið hevur gjørt avtalu uttanum Føroya Løgting, um at byggja ein nýggjan radara á Sornfelli fyri 390 mió. krónur. Føroya fólk og Løgtingið frætta bert um hesar ætlanirnar við okkara landi gjøgnum danskar miðlar.

Hetta kann als ikki góðtakast. Fólkaræði merkir, at tað er fólkið í landinum, sum eigur avgerðirnar um tað, sum hendir í egnum landi, sjógvi og loftrúmi. Tað líkist ongum, at fólkavalda parlamentið í Føroyum má bíða eftir tíðindafundi hjá donskum ministara, fyri at finna útav, hvat okkara land skal brúkast til.

Hetta er ikki eitt partapolitiskt mál, men eitt mál, sum allir flokkar á tingi eiga at standa saman um, og tað er bara at gleðast um, at tinglimir úr øðrum flokkum hava víst uppskotinum áhuga. Løgtingið hevur áður staðið saman og staðfest okkara rættindi. Seinastu 80 árini hevur eitt samt Løgting gjørt m.a. hesar hernaðarsamtyktirnar:

  • Um at halda Føroyar uttanfyri bardagar og ósemjur landanna millum.
  • Um andstøðu móti hernaðarligari útbygging í Føroyum.
  • Um mótmæli móti at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini.
  • Um at krígsútgerð ikki verður goymd ella nýtt á føroyskum land- ella sjóøki.
  • Og um at lýsa Føroyar sum kjarnorkuvápnafrítt øki.

Tað er tí als ikki óhoyrt at flokkar, tvørturum samgongu og andstøðu, hava staðið saman, tá á stendur ??? og nú fáa øll tingfólk og allir flokkar aftur møguleikan at atkvøða og standa saman um okkara rættindi sum fólk.

Tað er ómetaliga umráðandi, at málið ikki verður gruggað, soleiðis sum vit longu hava sæð. Hetta snýr seg ikki um, hvørt vit skulu velja ímillum vesturheimin ella Russland & Kina. Hetta snýr seg einfalt bara um, at vit enn einaferð staðfesta, at hetta er okkara land, og at tað er Løgtingið, sum skal viðgera og taka støðu til slík mál.

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder