Við nýggju tryggingini hjá Trygd kunnu føroyskar fyritøkur fáa eitt mánaðarligt endurgjald,um starvsfólk gerast óarbeiðsfør í eitt longri tíðarskeið orsakað av sjúku ella skaða.
Vinnukundar hjá Trygd hava sóknast eftir einari trygging, ið kann geva fíggjarliga hjálp til raksturinav fyritøkuni, um starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið og ikki fáa røkt sítt starv. Tí hevurTrygd ment Fráverutrygd, sum er hin fyrsta tryggingin av sínum slagi í Føroyum.
???Tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri smærri fyritøkur, um starvsfólk brádliga verða sjúk ellafáa skaða. Í summum førum kann virksemið steðga upp, um lyklastarvsfólk gerast óarbeiðsfør. Vithava merkt ein eftirspurning frá okkara vinnukundum, ið vilja tryggja sær, at tað framvegis ber til atreka fyritøkuna, hóast starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið. Henda trupulleika vilja vitfegin vera við til at loysa, og tí eru vit farin undir at bjóða Fráverutrygd,??? sigur Brian Smedemark,stjóri í Trygd.
Serliga viðkomandi fyri smærri fyritøkur
Flestallar fyritøkur kunnu tekna Fráverutrygd. Í Trygd vænta tey tó, at tryggingin fer at vera serligaviðkomandi fyri einstaklingavirki og fyritøkur við fáum starvsfólkum - t.d. timburmenn, frisørar ográðgevarafyritøkur - har longri frávera hjá starvsfólkunum kann fáa víðfevndar avleiðingar fyrivirksemið.
Fyritøkur velja tryggingarupphædd og starvsfólk
Ein fyritøka kann velja at tryggja øll síni starvsfólk ella bert útvald lyklastarvsfólk. Tað er fyritøkan,ið rindar fyri tryggingina og fær endurgjaldið, um tryggjaðu starvsfólkini gerast óarbeiðsfør.
Er eitt starvsfólk t.d. tryggjað fyri 20.000 kr. um mánaðin, fær fyritøkan hesa upphædd útgoldnahvønn mánað - í mesta lagi í 12 mánaðir - meðan starvsfólkið er burturstatt.
Fyrimunur fyri dagliga raksturin og gjaldførið
Fráverutrygd gevur fyritøkuni eitt mánaðarligt tryggingarendurgjald, sum kann bøta um gjaldføriðog eitt nú brúkast til at seta annað starvsfólk í tíðaravmarkað starv, meðan tryggjaða starvsfólkið eróarbeiðsført. Fráverutrygd kann sostatt vera við til at tryggja, at dagliga virksemið og raksturin avfyritøkuni kunnu halda fram, hóast lyklastarvsfólk verða óarbeiðsfør í eitt tíðarskeið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald