Vinna

Nú kostar ein litur av bensini 9,58 krónur

...

2014-12-21 07:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjardagin lækkaði oljuprísurin aftur, seinast oljuprísurin lækkaði var týsdagin. Fríggjardagin fór ein litur av bensini 10 oyru niður í prís fyri liturin, sostatt kostar bensini nú kr. 9,58. Tann 20 november kostaði ein litur av bensini kr. 10,10, tað vísur yvirlit á heimasíðuni hjá Magn.

Prísurin á dieselolju er samstundis lækkaður 10 oyru fyri liturin. Ein litur av dieselolju kostar nú kr. 8,31.

Brennioljan er lækkað við 100 krónur fyri tonsið. Eitt tons av brenniolju kosta nú 6.725 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder