Vinna

Nú kostar ein litur av bensini 9,48 krónur

...

2014-12-23 21:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur í dag lækkaði oljuprísurin, seinast oljuprísurin lækkaði var fríggjardagin. Í dag fór ein litur av bensini 10 oyru niður í prísi fyri liturin, sostatt kostar bensini nú kr. 9,48, fyri bert einari viku síðan kostaði ein litur av bensini 9,68 krónur. Tann 20 november kostaði ein litur av bensini kr. 10,10, tað vísur yvirlit á heimasíðuni hjá Magn.

Prísurin á dieselolju er samstundis lækkaður 10 oyru fyri liturin í dag. Ein litur av dieselolju kostar nú kr. 8,21.

Brennioljan er lækkað við 100 krónur fyri tonsið. Eitt tons av brenniolju kosta nú 6.625 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder