JN

Nú byrjar arbeiðið uppá útstykkingina við Stóraklett í Sandavág

...

2016-06-17 12:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í eina tíð hevur Vága kommuna arbeitt við einum nýggjum sethúsaøki við Stóraklett í Sandavági.

Nú er klárt at seta í gongd og í komandi viku byrjar arbeiðið.

Í fyrstu atløgu vera tað 11 grundøki til sethús á økinum og arbeiðið er mett at taka tríggjar mánaðar.

Oyðublað til umsókn um grundstykki liggur á heimasíðu hjá Vága kommunu - undir: 'borgari' > 'bygging',  tað skrivar Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder