Ítróttur

NSÍ fekk trý reyð kort í sama minutti

...

2014-05-17 17:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í einum dysti í gjár millum 3. deildar liðini 07 Vestur og NSÍ, komu ikki færri enn trý reyð kort í sama minutti. Tað var tá støðan var 5-4 til 07 Vestur og dysturin var farin inní yvirtíðina í seinna hálvleiki, at fyrst ein NSÍ leikari fekk beinleiðis reytt kort fyri at brúka seg móti dómarnum, og so tann næsti, so fór enn ein NSÍ leikari yvir til dómarin og tann triði fekk eisini reytt kort. Alt hetta hendi áðrenn dysturin nakrantíð var settur í gongd aftur, og allir NSÍ'arnir vóru á veg av vøllinum, men teir vendu við aftur og fóru so at spæla dystin lidnan. 

Dysturin endaði 5-4.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder