![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Hósdagin 19. desembur fer Norröna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo. Har skal hon verða fram til 4. mars í 2021. - 6. Mars fer Norröna aftur úr Hirtshals til Føroya.
Í apríl 2003 kom nýggja Norröna. Síðan hon kom í føroyska flotan, er Norröna dagførd í smáum. Men nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi.
"Vit hava tørv á fleiri kabinum og væl betri uttandurafasilitetum," sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.
"Tískil fara vit at økja talið á kabinum við áleið 50," sigur hann.
Nýggju kabinurnar, sum stjórin sipar til, eru dupultkømur.
Á dekk 10 fær skipið eina nýggja café við góðum møguleikum at njóta tíðina úti í Atlantshavi. Í sama sambandi verður nógv annað broytt og bøtt. Eitt nú verður nýtt, snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðafólk at slappa av íog bara njóta tað.
"Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norröna kom í flotan fyri seytjan árum síðan. Tá vóru krøvini frá kundum ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja rákinum og teimum krøvum, ið okkara kundar hava," sigur Rúni Vang Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald