2013-08-14 22:07
Portal.fo skrivar: Lisbeth Berg-Hansen, norskur fiskimálaráðharri, sigur við norska blaðið, Sunnmørsposten, at møguleiki er fyri, at hækka makrelkvotuna í ár.
Norski fiskifrøðingar hava víst á, at nógv meira er til av makreli, enn fyrr hildið, og tað er týðningarmikið fyri vistskipanina, at makrelstovnurin ikki er ov stórur.
Lisbeth Berg-Hansen sigur, at hon hevur havt fund við vinnuna. Á fundinum blivu partarnir samdir um, at ikki at brúka sama leistin sum Føroyar og Ísland, og tí fer hon at tosa við hini londini, fyrst og fremst ES, áðrenn nøkur stig verða tikin.
- Tað kunnu vera góðar orsøkir at hækka kvotuna í ár, men tað avgera vit ikki einsamøll, sigur Lisbeth Berg-Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald