Vinna

Norra møguliga við í oljuleiting saman við Íslandi og Kina

...

2013-11-15 05:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Oljan.fo skrivar:

Nógv bendir á, at Ísland og Kina fara at knýta tættari bond komandi árini, eitt nú tá tað snýr seg um at troyta vinnu-møguleikarnar í Arktis, sum Ísland er ein partur av. Eftir øllum at døma hava bæði kinesiskir myndugleikar og vinnan í Kina útpeikað Ísland sum eitt av samstarvslondunum á norðari hálvu.

Hyggja vit eftir, hvussu kinesiskt vinnulív hevur flutt seg út í heim eitt nú til Afrika og Suðuramerika, so kemur tað ikki óvart á, at ljós nú verður varpað á lond í tí arktiska økinum, og her tykjast lond sum Ísland og Grønland at verða raðfest høgt av kinverjum.

Í løtuni leggja Ísland og Kina til rættis felags oljuleiting á leiðunum millum Ísland og Jan Mayen. Og tað seinasta nýggja er nú, at norskir myndugleikar eisini umhugsa at gerast partur av hesum samstarvi. Hetta veit tíðindastovan Reuters at siga frá sambært NTB.

Norski olju- og orkustovnurin váttar fyri NTB, at málið verður viðgjørt.
???Ísland og Norra hava eina avtalu um luttaka í oljuleiting á hvør sínum parti av landgrunninum við Jan Mayen,??? sigur Ole Berthelsen, tíðindaleiðari í Olje- og energidepartementet.
???Ísland hevur boðið feløgunum CNOOC og Eykon loyvi at útvinna olju. Og nú verður umhugsað, um Norra eisini skal vera partur av hesi verkætlan,??? sigur Berthelsen.
Áhugavert er at bíta merki í, at viðurskiftini millum Norra og Kina hava ikki verið so góð, eftir at kinesiskur andstøðingur fekk friðarvirðisløn Nobels.
Helst vil Kina her gera eitt undatak frá negativu støðu síni móti Norra, tí kinesiski áhugin fyri at vera partur av menningini í Arktis er so stórur, og her er eftir øllum at døma ein møguleiki hjá Kina at gerast partur av troytan av olju og gassi í einum parti av Arktis. Hetta heldur kanadiski Kina-serfrøðingurin Marc Lanteigne.
Gudni Johannesson, aðalstjóri í íslendska orkustovninum sigur sambært Reuters, at Norra fer at koma við einum útspæli seinast í november.
??sland lat síni fyrstu leitiloyvi í januar í ár, eitt nú til føroyska Faroe Petroleum. Í juni fingu kinesiska CNOOC og tað íslendska Eykon Energy tað triðja loyvið. Hetta er samtíðis fyrsta leitiloyvið, sum er latið einum kinesiskum felag at leita eftir olju í Arktis.
Orsøkin til at Norra nú er vorðið partur av málinum er tann, at sambært avtalu frá 1981 um býtið av landgrunninum kring Jan Mayen, so kann Norra fáa 25% lut í loyvinum í íslendskum øki.
CNOOC (China National Offshore Oil Corporation) er triðstørsta oljufelagið í Kina og er stovnað fyrst og fremst til at leita eftir og útvinna olju og gass úr undirgrundini.
I 2005 royndi CNOOC at kepa upp amerikanska oljufelagið Unocal Corporation, men tað skapti so stóra mótstøðu, at felagið tók sítt tilboð aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder