2014-10-08 19:39
www.lv.fo skrivar:
SAMSTARV: Tey norðurlendsku vegaverkini samstarva í felagsskapinum, NordFoU, um strategiska nýtslu av granskingarúrslitum innan økið vegir og ferðsla.
Visiónin hjá NordFoU er ikki at granska, men at stuðla undir gransking og menning, við atliti til nýhugsan, synergi og menning av granskingar- og menningarumhvørvinum. Hetta fyri at gagna samlaða norðurlendska ferðslukervinum.
Á fundi hjá felagsskapinum í Føroyum 26. august 2014, har Landsverk eisini luttók, boðaði stovnurin frá, at áhugi var frá føroyskari síðu at luttaka í samstarvinum.
Samstarvið veitir stuðul til granskingar- og menningarverkætlanir innan vegir og ferðslu, har limalond við felags avbjóðingum kunnu ganga saman um ávísa verkætlan.
Vinningurin fyri Landsverk við einum tílíkum samstarvi er, at vit kunnu fáagranskingarúrslit innan økir, ið hevur okkara serstaka áhuga, saman við øðrum av grannalondunum við sama áhuga.
Av verkætlanum, sum eru framdar undir veingjabeiðinum hjá NordFoU, kunna nevnast kanningar við at skipa asfalteringar, vatntrygging og viðlíkahald av brúm, larmur frá ferðslu, trygd í tunlum og evakuering í størri tunlum. Gongd er longu í verkætlanum við saltspreiðing, merking av dekkum í mun til óljóð, slit á asfalt frá píkadekkum, standardir innan ferðsluteljingar og kanning av vegastrípum.

Frameftir verða veðurlagsbroytingar helst eitt fokusøki. Eitt nú hvussu vit verja verandi vegakervi og útbyggja tað framyvir, til tess at fyribyrgja skaðar á vegakervið.
Landsverk fer at taka støðu til, hvørjum verkætlanum stovnurin fer at luttaka í, umframt at seta fram ynskir um nýggjar granskingar- og menningarverkætlanir.
Givið er, at talan er um samstarv millum lond av ymiskari stødd. Vit hava tí í boði at luttaka í verkætlanum, soleiðis sum okkara orka røkkur til. Tað vil siga vera beinleiðis partnari í verkætlanunum, veita dátur og líknandi, ella bert brúka tey úrslit, ið NordFoU samstarvið framleiðir, eins og hinir samstarvspartnarnir hava atgongd til.

NordFoU er skipað við einum stýrisbólki, har Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri Infrakervi á Landsverki, er limur. Somuleiðis í einum arbeiðsbólki (Task Force), sum Rúna Hjelm á deildini fyri Infrakeriv, er partur av. Í løtuni er tað danska Vejdirektoratet, ið hevur fyrisitingina av NordFou um hendi.
Les meiri um NordFou áher
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald