??rslitið hjá Norðoya Sparikassa fyri 1. hálvár 2014 var eftir skatt eitt avlop upp á 7,2 mió. kr. Í fjør var avlopið 1. hálvár 7,1 mió. kr.
Tá sæð verður burtur frá niðurskrivingum uppá útlán og virðisjavnan, var úrslit áðrenn skatt, 8,7 mió. kr. fyri 1. hálvár 2014. Tað er nakað lakari enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 9,9 mió. kr.
Tá sannlíkindi eru fyri at niðurskrivingar fyri alt árið verða á einum lægri støði enn undanfarin ár, roknar sparikassin við, at tað eru góð útlit fyri størri avlopi í ár enn í fjør.
Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina 1. hálvár 2014.
Ábyrgdarar 6 prosent í rentu
Á umboðsráðsfundinum í mars samtykti umboðsráðið at renta ábyrgdarpeningin við 5 % omanfyri hægstu innlánsrentu fyri 12 mánaða uppsøgn ella samanlagt góð 6 %. Hesin rentupolitikkur verður óbroyttur fyri 2014. Onki hámark er fyri ábyrgdarpening, men upphæddir yvir 300.000 kr. skulu góðkennast av nevndini.
Tølini vísa, at áhugin fyri at tekna ábyrgdarpening er stórur. Í 2013 vaks ábyrgdarpeningurin við 20 % og nú 1. hálvár 2014 er farið aftur um bak eru 10 % løgd afturat.
Innlán øktust 4,7 prosent og útlán øktust 1,6 prosent
Innlánini hjá sparikassanum øktust við 4,7 %. Innlánini øktust við 80 mió. kr. 1. hálvár 2014, úr 1.688 mió. kr. við árslok 2013 og upp í 1.768 mió. kr. ??tlánini øktust við 25 mió. kr. 1. hálvár 2014, úr 1.485 mió. kr. við árslok 2013 og upp í 1.510 mió. kr. Hetta er ein vøkstur í útlánum uppá 1,6 %. Innlánsavlopið er nú 258 mió. kr.
Gjaldførisyvirdekningur 200 prosent
Gjaldførið hjá sparikassanum er gott. Pr. 1. hálvár í ár var yvirdekningurin í mun til lógarkravið 200 % ímóti 144 % pr. 1. hálvár í fjør. Sambært eftirlitsdiamantinum hjá Fíggjareftirlitinum er minstamarkið fyri yvirdekningin 50 %.
Solvensyvirdekningur 7,4 prosentstig
Pr. 30. juni 2014 var solvensurin 18,7 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 11,3 %. Solvensyvirdekningurin er pr. 30. juni 2014 uppgjørdur til 7,4 prosentstig.
Hálvársfrásøgnin 1. hálvár 2014 er tøk á heimasíðu sparikassans ns.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald