![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
??rslitið eftir skatt fyrra hálvár 2021 var eitt avlop upp á 10,4 mió. kr. sammett við 6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020.
Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 10,6 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 9 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri.
Virksemi
??tlánini øktust frá 1.990 mió. kr. til 2.011 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 1 %.
Innlánini lækkaðu frá 2.469 mió. kr. til 2.453 mió. kr., ið svarar til eina minking á 0,6 %.
Innlánsavlopið var 442 mió. kr. pr. 30. juni 2021.
Gjaldføri og solvensur
Lyklatalið fyri gjaldføri ??? LCR ??? var uppgjørt til 274 % pr. 30. juni 2021. Lógin ásetur minstakravið til 100 %.
Pr. 30. juni 2021 var solvensurin 23,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,3 %.
Gongdin fyrra hálvár hevur sum heild verið í samsvari við metingar sparikassans, og samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald