JN

Norðmaður datt á Slættaratindi

...

2014-08-04 19:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Maðurin fekk hol á høvdið, og tyrla varð boðsend.

Ein 74 ára gamal norðmaður fekk hol á høvdið, tá hann datt á veg niðan á Slættaratind í gjár.

Men hvørki óhepni maðurin ella tríggir aðrir útlendingar, sum vóru har, fingu sent boð eftir hjálp, tí tey høvdu onga telefon.

Tað høvdu tvey ung fólk, sum komu fram á tey.

Tey ringdu eftir hjálp klokkan knappliga 20 minuttir í eitt.

Landssjúkrahúsið fekk tyrlu at fara eftir skadda manninum, og klokkan tvey setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið, har sum skaddi norðmaðurin fekk viðgerð. Tað skrivar kvf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder