2014-05-23 22:17
??r Brússelles verður vátta at samband hevur verið á politiskum støði millum Mariu Damanaki og Jacob Vestergaard og at tað framhaldandi er gongd í. Sum skilst á keldum sum standa landstýrismanninum nær er ein semja gjørd millum landstýrismannin og ES kommiserin, men bíðja verður at kunngera semjuna til limalondini í ES eru kunnaði.
Semjan, sum umfatar bíti av norðhavsild hevur beinleiðis ávirkan á handilsstongsulin. Verður semjan staðfest av limalondunum so verður handilsstongsulin avtikin, tað skrivar www.nordlysid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald