Vinna

Norðborg verður sleipað til lands

...

2020-06-20 22:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg fekk maskintrupulleikar í morgun, teir sendu boð eftir Brimli, sum nú sleipar Norðborg til lands, Brimil byrjaði at sleipa um 20-tíðina í kvøld, teir rokna við, at koma á Fuglafjørð fyrrapartin í morgin.

Norðborg var stødd á feltinum eystur úr Føroyum, á umleið 62N og 4V, tá ið óhappið hendi.

Norðborg hevur útvið fulla last t.v.s. knapt 1.300 tons av frystum, sum verður landað í Ánunum, eisini hava teir eitt sløð av lýsi og mjøli, sum teir pumpa og leggja upp í Fuglafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder