Norðborg fór í nátt at sigla inn við, teir hava hendan túrin roynt á uml 65N í altjóða sjógvi.
Á somu leið hava Polar Amaroq og Aðalsteinn Jónsson eisini roynt, Polar Amaroq kom á Kollafjørð fyri løtu síðan og Aðalsteinn fór at sigla til Íslands í nátt. Fiskiskapurin hevur verið góður og tað hevur verið góð sild, skipini hava fingið norðanfyri.
Vit tosaðu við skiparan á Norðborg - Hans Klakkstein - fyri løtu síðan. Teir eru ikki liðnir at arbeiða tað, sum er í tangunum, men skiparin sigur, at tá ið liðugt er, koma teir at hava uml. 1.250 tons av frystum, harav góð 1.000 tons eru sildafløk, harafturat hava teir 300 tons av mjøli og 150 tons av lýsi - Norðborg hevur nú gjørt 20 túrar í ár.
Hans Klakkstein sigur, at veðrið hevur verið sera vánaligt allan túrin, men tó so, teir hava fiskað alla tíðina undantikið tveir dagar tá ið teir krokaðu undir landi norðanfyri.
Norðborg skal landa fríggjamorgunin, enn er ikki avgjørt hvar tað verður, men tað verður greitt í morgin, sigur skiparin Hans Klakkstein.
Tað er ikki nógv eftir av sildakvotuni hjá Norðborg, men teir eiga naka eftir av svartkjafti.
Manningin hendan túrin telur 30 mans.
Sí eisini: >>Polar Amaroq landar sild í Kollafirði<<
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald