Vinna

Norðborg siglir inn av 14. túrinum í ár

...

2013-09-11 05:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Norðborg hevur sett kós móti landi, teir hava nú gjørt 14 túrar í ár.
Norðborg hevur samtrolað saman við Christian í Grótinum í ein landnyðring úr Føroyum á uml. 63N og 2V. Teir landaðu seinasta túr um mánaðarskiftið august/september.
Tá ið vit tosaðu við Norðborg fyri løtu síðan - søgdu teir, at teir verða liðnir at framleiða á middegi í morgin, so skal gerast reint, áðrenn farið verður á Fuglafjørð at bunkra og pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún, teir hava uml. 230 tons av lýsi.
Hósmorgunin er ætlanin at landa í Ánunum, teir hava 1.130 tons av frystum, harav 135 tons eru sildafløk og 995 tons er heysaður makrelur. Eisini hava teir uml. 230 tons av mjøli.
Væntandi fer Norðborg nýggjan túr fríggjadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder