2013-08-17 15:48
Norðborg og Christian í grótinum sigla báðir inn við fullari last, teir hava fiskað norðanfyri 64N, fiskiskapurin hevur verið góður, støddin á makrelinum liggur millum 350-360 gram, sum teir fingu har norðuri. Veðrið hevur verið av tí fagrasta allan túrin.
Christian í Grótinum kemur í Ánirnar seinnapartin í dag, teir hava 650 tons av frystum, harav meginparturin er makrelur, eisini hava teir fitt av slógvi, sum verður landa´til Havsbrún.
Norðborg hevur fullar tangar, tað skal arbeiðast undan og skipið skal vaskast áðrenn teir í morgin koma á Fuglafjørð at bunkra og pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún.
Vit tosaðu við Norðborg fyri løtu síðan, teir siga, at tá teir koma inn, koma teir at hava uml. 1.200 tons av frystum, harav 140 tons eru sildafløk, uml. 50 tons heilfrystur makrelur og 1010 tons heysaður makrelur.
Norðborg verður í Ánunum til arbeiðstíð mánamorgunin og ætlanin er at sigla aftur tíðliga týsnáttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald